Um okkum Loysnir Veitarar Starv Samband Tilfar English

Software Development
Net&Communication
Business Solutions
 
Net&Communication

Á Net&Communication deildini eru fleiri enn 15 fólk í starvi og hava hesi drúgvar royndir innan KT-økið - upp í 21 ár. Tey taka sær av at veita og røkja ambætarar umframt net og samskifti hjá viðskiftafólkinum hjá Formula.

 
Netumsiting

Formula veitir netumsiting til virkir og stovnar í Føroyum. Veitingin kann umfata alt frá ráðgeving og uppseting til brúkarahjálp og viðlíkahald av teldukervi.

Kundin kann velja at gera ein samstarvssáttmála við Formula og tryggja sær kvalifiseraða tænastu uttan at nýta egin starvsfólk til nevndu tænastuveitingar. Sáttmálin umfatar tænastuveitingar í samband við dagligan rakstur og viðlíkahald av KT-skipanum, herundir brúkarahjálp og smærri tillagingar av skipanum.

 
Telduverkstaður

Á telduverkstaðnum á Formula verða teldur klárgjørdar til viðskiftafólkið - stýrisskipanir og forrit verða løgd inn og sett upp eftir ynski frá okkara viðskiftafólki.

Umvælingar av teldum fara eisini fram á verkstaðnum.

 
Góðkenningar

Starvsfólk á Net&Communication deildini hava fylgjandi góðkendar útbúgvingar:

  • CCNA (CISCO Certified Network Associate)
  • MCITP EA (Microsoft Certified IT Professional Enterprise Administrator)
  • MCTS (Microsoft Certified Technology Specialist)
  • MCSE (Microsoft Certified System Engineer)
  • MCSA (Microsoft Certified System Administrator)
  • MCP (Microsoft Certified Professional)
  • VCP (Vmware Certified Professional)

Við hesum góðkenningum kunnu vit í dag vísa á, at okkara virki hevur altjóða góðkenningar, sum t.d. Microsoft Gold Certified Partner og Cisco Premium Partner, umframt at vit eru Siemens Enterprise Partner Programme certified.

 


 
 
P/F Formula.fo Stiðjagøta 11 Postboks 1078 FO-110 Tórshavn Tel. (+298) 344000 Fax (+298) 344001 formula@formula.fo